tað føroyska
summarið.

veturin er myrkur og drúgvur, meðan summarið er ljóst og intenst. og við tað at sólin nærum ikki setur á sumri, verða vit full í orku. men føroyska summarið er stutt. og tí er henda árstíð myndað av spontaniteti. vit vilja fáa alt við. langt út á náttina hoyrir tú børn spæla úti, og uppi í haganum spæla lombini eisini.

litpalettin í ár er myndað við pastelllitum í hvítum, grábrúnum og ljósareyðum – og einum ferili av sterkum litum her og har, sum júst endurspeglar hendan summarsins spontanitet.

ull á sumri?

summi siga, at ull er heit, og so er tann søgan ikki longri. men tað er bara helvtin av søguni. tí ullin vermir teg, tá tað er kalt, men hon kølir teg eisini, tá tað er heitt. í grundini er tað bummull, sum ikki er optimal á sumri, tí hon sýgur sveitta í seg, meðan ull leiðir sveitta vekk frá húðini og heldur okkum turr og væl til passar. og tað besta? ull rukkast ikki.

eitt aftrat

vit halda áfram at kanna, um ikki vit kunnu taka á okkum nýggjar mátar at tilvirka avlopstilfar í okkara framleiðslu.
og visti tú, at mjólk – ja, mjólk – leggur eftir seg eitt serligt tilfar, sum, tá tað verður spunnið, verður til eina so stásiliga og silkikenda ull, sum hóskar einastandandi væl til summarið? vit eru púra vekk.

við okkara nýggjastu røð fara vit at fagna sumrinum – árstíðin yvir allar árstíðir.