

eg eri akkurát komin heim
og sum eg havi longst
grasið er kalt
og tað kitlar undir ilini
men veðrið er gott
tað er brennandi sól
og ljósið so bjart at
tað stingur í eyguni
sum ein sigarett
gjøgnum ein plastposa
eg mátti hoyra fjøllini
eg mátti síggja ánna
eg mátti taka ímóti fuglunum
eg mátti vælsigna lombini
eg eri kedd av tí
men eg má
xo,
vár