women's
empowerment project

"eg havi sum so ikki brúk fyri tí … men tað kostar lítið og einki … á, hvat tá, eg keypi tað"

vit hava øll verið har.

men har er ein skuggasíða við einum lágum prísmerki. og tað er ikki einans vánaliga góðskan. nei, sum oftast merkir eitt lágt prísmerki, at onkur annar rindar prísin. veri tað seg djórið, sum verður misnýtt, ella arbeiðsfólkið, sum verður útnyttað. 

hvørja ferð vit keypa, so atkvøða vit fyri tí verð, vit ynskja at líva í. og sum forbrúkari – og samvitskusom menniskju – kann tað vera ringt at vita, hvussu man skal fyrihalda seg.

eftir góðu móttøkuna av stjørnutroyggjuni, gekk tað við rúkandi ferð – vit høvdu brúk fyri fleiri hondum. her var tað, vit varnaðust, at vit kundu gera ein ítøkiligan mun í heiminum. 

tí har eru tvær síður av guðrun & guðrun (vit eru jú tvær). onnur síðan er sjálvandi vøkru klæðini, men hin síðan er ein nevi, langaður í borðið, í eini vinnu, har ovurnýtsla, misnýtsla og ránnýtsla tíverri fer fram hvønn dag. 

women's empowerment project
er ein verkætlan, har kvinnur um allan heim hondbinda okkara klæðir – og verða sostatt førar fyri at lívbjarga sær. 

vit ynskja at heiðra menniskjarættindi og burðardygd. tí mótaheimurin hevur gloymt tann viktigasta – tann menniskjaliga partin. 

diary entries

No items found.