vit eru betri enn so

í túsund ár hava føroyingar gingið í klæðum úr føroyskari ull. men sum frá leið valdu vit kvantitet fram um kvalitet.
   
trupulleikin er bara hann, at ein lágur prísur ikki einans merkir vánalig góðska. tað merkir eisini, at onkur annar rindar prísin – veri tað seg djórini ella arbeiðsfólkini.  

men tá tú keypir eina guðrun & guðrun stuðlar tú kvinnum um allan heim, sum hondbinda okkara klæðir. vit stremba eftir at fáa tað menniskjaliga inn í mótaheimin aftur. stig fyri stig. tvey røtt, tvey rang.

okkara snið taka støði í føroyskari søgu og gomlum føroyskum bindimynstrum. men vit geva søguni nýggja vend. 

tí tá ið alt kemur til stykkis, eigur ein troyggja at vera fjálg, vøkur og sita væl. einasta sum skal til? eitt sindur av ull og gott handalag.

hendurnar handan
guðrun & guðrun

guðrun rógvadóttir

stjóri

fyri meg snýr hetta seg um etikk. eg trúgvi upp á javnstøðu, og eg berjist fyri javnstøðu. eg havi lisið politikk, so tá vit trinu inn í mótaheimin, vildi eg spæla teimum eitt puss og flyta nøkur mørk. guðrun & guðrun er mítt lívsverk.

guðrun ludvig

stjóri

eg blundi og tekni. soleiðis byrja allar mínar tekningar. eru tær góðar, fara tær ikki frá mær. eg haldi ikki at modernaðar og siðbundnar troyggjur eru so ólíkar – um ein troyggja verður verandi í huganum, so er tað ein orsøk til tað.