føroysk ull
hvørt mansbarn í føroyum kennir orðatakið: ull er føroya gull. føroysk ull er haldgóð og feit, og hesin ullarfitin (lanolin) ger, at at ullin er vatntøtt, og at skittur ikki rínur á.
ullin, sum vit nýta, hevur ikki verið viðgjørd við kemiskum evnum.
fyriuttan at vera ótrúliga heit og slitsterk, er eitt eyðkenni við føroyskari ull, at hon finst í eini ørgrynnu av natúrlitum: hvítum, kremutum, svørtum, brúnum, gráum osfr.
soleiðis skulu tey vaskast
eftirsum at ullin er feit (inniheldur nógv lanolin), skal hon ikki vaskast ov ofta. sum flest føroyingar vita, kunnu pulshosur brúkast fleiri ferðir, uttan at verða vaskaðar. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri.
um so er, at tú ynskir at vaska klæðini, so hava vit vegleiðingina til tín niðanfyri.