Tá tú hevur keypt vøru frá okkum, hevur tú 30 dagar at handa okkum vøruna aftur. Hevur tú keypt á nethandlinum, rinda vit eisini fyri afturhandanina.
Sum kundi eigur tú rættin til at handa okkum feilvørur aftur og fáa pengarnar afturgoldnar. Vørurnar verða tiknar innaftur, um feilir stinga seg upp innan 2 ár. Hesir feilir skulu vera íkomnir frá tilfarinum ella framleiðsluni.
Vørur, sum skulu handast okkum, skulu sendast hesi adressu:
Guðrun & Guðrun
Niels Finsens gøta 13
100 Tórshavn
Føroyar
Tað gongur skjótari, um tú gert okkum greitt, hví tú letur vøru/r innaftur. Pakkin skal innibera eitt avrit við bíleggingarváttan og faktura, tí tá letur sporing seg gera, og vit kunnu boða tær frá, at pakkin er vorðin móttikin.