Fert tú væl við klæðunum, kunnu tey halda alt lívið
Føroysk ull:
Hvørt mansbarn í føroyum kennir orðatakið: Ull er føroya gull. Føroysk ull er haldgóð og feit, og hesin ullarfitin (lanolin) ger, at at ullin er vatntøtt, og at skittur ikki rínur á.
Ullin, sum vit nýta, hevur ikki verið viðgjørd við kemiskum evnum.
Fyriuttan at vera ótrúliga heit og slitsterk, er eitt eyðkenni við føroyskari ull, at hon finst í eini ørgrynnu av natúrlitum: Hvítum, kremutum, svørtum, brúnum, gráum osfr.
Handfar klæðini rætt
Ull
Ullin inniheldur lanolin, og tí skal hon ikki vaskast ov ofta. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri.
Um tú tó ætlar at vaska klæðini, so vaska við ullvask á 30 hitastigum og stoyt eitt evarska sindur av sápu í. legg klæðini at torna og forma tey, soleiðis sum tú ynskir.
Tú kanst eisini turka tey við at leggja tey á eitt handklæði, sum síðani verður rullað saman sum ein rullukaka, kroyst síðani varliga, rulla útaftur og so út at torna.
Alpaka
Vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. Legg at torna og forma tey, sum tú ynskir.
Mohair
Vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. legg at torna og forma, sum tú ynskir. koyr endiliga ikki klæðini í vaskimaskinuna ella turkitrumluna.
Silki
Vaska við hond í ljótari vatni. Tú kanst eisini reinsivaska ella maskinvaska silki á fínvøru-stilling. Hang at turka.