Far beinleiðis til vøruupplýsingar
MISTY dress
3.460,00 DKK
Tilboðsprísur
3.460,00 DKK
Vanligur prísur
Fagur og lættur dansar kjólin tá tú gongur. V-hálsurin og víðu ermarnar geva kjólanum eitt serstakliga feminint brá. Sniðið og mátin, ið kjólin sær sítt egna lív, tá tú fert í hann senda tankarnar aftur til álvagenturnar frá gomlu sagnunum og ævintýrunum
Flutningur og afturbering
Vøran verður send við POSTA sama dag
Viðlíkahald
At ansa eftir ullarklæðum er ikki bert viðlíkahald – tað er virðing fyri hondverkinum og arbeiðinum, sum liggur aftanfyri hvørt plagg. Hvørt hondbundið plagg ber søguna um sið, dygd og varandi tilgongd. Tá tú røkir tey væl, varðveitir tú bæði vakurleikan, haldførið og søguna, sum fylgir við.