Tekna teg til okkara tíðindabræv
Far beinleiðis til vøruupplýsingar
Dýnuvár
1.498,00 kr
Eitt dýnuvár av teimum heilt serligu. Ullint á einari síðu og bumull á hinari. So um tú frystur, tá tú fert undir dýnuna, vendir tú ullina móti kroppinum - og um tú vaknar og og er ov heit - so voila - vendur tú dýnuni við og fær kølandi bumulli móti húðini.
Flutningur og afturbering
Vøran verður send við POSTA sama dag
Viðlíkahald
At ansa eftir ullarklæðum er ikki bert viðlíkahald – tað er virðing fyri hondverkinum og arbeiðinum, sum liggur aftanfyri hvørt plagg. Hvørt hondbundið plagg ber søguna um sið, dygd og varandi tilgongd. Tá tú røkir tey væl, varðveitir tú bæði vakurleikan, haldførið og søguna, sum fylgir við.