Treytir.

Prísur

Allir prísir standa í DKK. Um tú ert stødd ella staddur í Føroyum, er mvg íroknað prísin. Vit átaka okkum rættin at strika bíleggingar, sum eru grundaðar á skeiva prísáseting.

Gjalding

Vit taka ímóti hesum gjaldshættum:

Keypskort
Dankort
diners club
eDankort
Visa
Visa/elektron
JCB
Mastercard
Mastercard Debet
Maestro

Onnur
Paypal


Gjaldið verður trekt av tínari kontu, tá ið vøran er send. Samskiftið á nethandilinum hjá Guðrun & Guðrun er bronglað við SSL (Secure Socket Layer), sum merkir, at upplýsingarnar ikki kunnu lesast, meðan tær verða viðgjørdar gjøgnum NETS.

Levering

Tú hevur vøruna/vørurnar í hendi innan 1-2 dagar, uttan so annað er viðmerkt. Gev gætur, at hondbundnar vørur ofta taka longri tíð at framleiða, og tá kann bíðitíðin vera eini 4 vikur. Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara fyri nærri kunning.

Feilvørur

Sum kundi eigur tú rættin til at handa okkum feilvørur aftur og fáa pengarnar afturgoldnar. Vørurnar verða tiknar innaftur, um feilir stinga seg upp innan 2 ár. Hesir feilir skulu vera íkomnir frá tilfarinum ella framleiðsluni.

Avlýsing og afturbering

Tá tú hevur keypt vøru frá okkum, hevur tú 30 dagar at handa okkum vøruna aftur.  

Adressa

Vørur, sum skulu handast okkum, skulu sendast hesi adressu:

Guðrun & Guðrun
Niels Finsens gøta 13
100 Tórshavn
Føroyar


Tað gongur skjótari, um tú gert okkum greitt, hví tú letur vøru/r innaftur. Pakkin skal innibera eitt avrit við bíleggingarváttan og faktura, tí tá letur sporing seg gera, og vit kunnu boða tær frá, at pakkin er vorðin móttikin.