0
vørur í kurvini
vørukurvin er tóm
í alt
levering -
í alt
(harav mvg)
til kassan
– Finst eisini her:
Spring Summer 22

slør

196,00 EUR

litur

stødd

xs
s
m
l
vel stødd og lit

yndislig tunn opin troyggja

hon er føgur og fín. hon er dragandi og eggjandi sum eitt lítt várligt lot.  mynstrið er so fantastiska flott og dragandi. hendan sera vakra troyggjan riggar eins væl saman við einum flottum niðurdeili sum við cowboy-buksum

tilfar: 100% hørur

stíl-nummar 11687

føroyskt handverk

við støði í gomlum føroyskum bindimynstrum stremba vit eftir at fáa tað góða handverkið inn í mótaheimin aftur. einasta sum skal til? eitt sindur av ull og gott handalag. tvey røtt, tvey rang.

handfar klæðini rætt

accordian arrow
soleiðis skulu tey vaskast

eftirsum at ullin er feit (inniheldur nógv lanolin), skal hon ikki vaskast ov ofta. sum flest føroyingar vita, kunnu pulshosur brúkast fleiri ferðir, uttan at verða vaskaðar. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri. 

um so er, at tú ynskir at vaska klæðini, so hava vit vegleiðingina til tín niðanfyri.

siðbundin / vistfrøðilig

sum sagt: ullin inniheldur lanolin, og tí skal hon ikki vaskast ov ofta. hang klæðini á snór – helst í támutum veðri. 

um tú tó ætlar at vaska klæðini, so vaska við ullvask á 30 hitastigum og stoyt eitt evarska sindur av sápu í. legg klæðini at torna og forma tey, soleiðis sum tú ynskir.

tú kanst eisini turka tey við at leggja tey á eitt handklæði, sum síðani verður rullað saman sum ein rullukaka, kroyst síðani varliga, rulla útaftur og so út at torna.

 

alpaka

vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. legg at torna og forma tey, sum tú ynskir. um tú heldur vilt vaska við maskinu, so fylg vegleiðingini til vinstru. 

 

mohair

vit mæla til at vaska klæðini varliga í lunkaðum vatni við hond. legg at torna og forma, sum tú ynskir. koyr endiliga ikki klæðini í vaskimaskinuna ella turkitrumluna.

 

leyst bundið

vit viðmæla at vaska við hond. vaska varliga og ansa eftir ikki at gníggja. legg at torna aftaná.

 

lambsskinn

verður lambsskinnið dálkað, fer tað helst vekk av sær sjálvum. er talan um heildarvask, er eitt reinsarí besta boðið.

levering og afturbering

accordian arrow

tú hevur vøruna/vørurnar í hendi innan 1-2 dagar, uttan so annað er viðmerkt. gev gætur, at hondbundnar vørur ofta taka longri tíð at framleiða, og tá kann bíðitíðin vera eini 4 vikur. tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri nærri kunning.

english